Fleiri matvørur seldar

Fleiri matvørur seldar
Fleiri matvørur vórðu seldar í Føroyum í triðja ársfjórðingi í fjør enn í triðja ársfjórðingi í 2018
 
07.01.2020 - 08:03

Vøksturin er 3,7 prosent, sigur Hagstovan. Vørubólkurin, sum eitur matur og alkoholfríar drykkjuvørur, vaks mest í ársfjórðinginum.

Ein annar vørubólkur, sum eitur klæði og fótbúnaður, vaks eisini, hann vaks trý prosent. Í hesum bólkinum hevur miðalprísurin verið sera støðugur seinastu tíggju árini, sigur Hagstovan.

Í vørubólkinum, sum eitur húsbúnaður og húsarhaldsútgerð, var umsetningurin næstan trý prosent minni í triðja ársfjórðingi í fjør enn hann var í triðja ársfjórðingi í 2018.

Men príslækkingar gera, at eins nógv er selt í fjør sum í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109