- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilsfelagið er enn í Havn

Felagið, sum rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, skuldi flyta til Saltangará nú á nýggjárinum.
Men felagið er enn í Havn.
Orsøkin er, at hølini í Saltangará eru ikki klár at flyta í, sigur Uni Danielsen, stjóri í felagnum.
Flytingin er politisk.
Í ólavsøkurøðuni í 2018 segði Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, at tunnilsfelagið skuldi flyta úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum, tað er fyri einum góðum ári síðani.
Tann ætlanin bleiv tó av ongum.
Men felagið skuldi flyta nú á nýggjárinum.
Felagið hevur leigað ovastu hæddina við Heiðaveg 57, har sum millum annað Posta er.
Flyta ikki enn
Men hølini eru ikki klár at flyta í, tí onkrar broytingar skulu gerast.
Uni Danielsen sigur, at bæði januar og februar ganga, áðrenn flutt verður úr Havn.
Sjey fólk arbeiða hjá felagnum, sum umsitur og rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Felagið skal eisini krevja gjald fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tá koyrandi verður í teimum.
Leigan í Saltangará er tann sama sum hon er í Havn, sigur Uni Danielsen.