Sjey kommunur lækka skattin

Sjey kommunur lækka skattin
Miðalskattaprosentið í ár er 20,19
 
06.01.2020 - 08:43

Hóast inntøkurnar hjá kommununum vórðu størri enn mett í fjør, hava bara sjey av 29 kommunum lækkað skattaprosentið í ár.

Eingin kommuna hevur hækkað skattaprosentið.

Hjá teimum flestu er lækkingin lítil, minni enn eitt prosentstig.

Í Fámjins kommunu er skattaprosentið tó lækkað úr 19 niður í 16 prosent, sum er tað minsta, sum er loyvt.

Barnafrádrátturin er størri enn í fjør í fimm kommunum og minni í einari.

Størsti barnafrádráttur er 10.000 kr., og tann minsti er 5.000 kr.

Hægsta kommunuskattaprosent í ár er 22. Tað lægsta er 16.

Miðalskattaprosentið í ár er 20,19. Tað var 20,24 í fjør. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130