- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samferðslan darvað og skúlar avlýsa

Øll koyring hjá Bygdaleiðum er avlýst, og Smyril siglir ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi seinnapartin klokkan 16 av Havnini. Tað er heldur ikki óhugsandi, at aðrar avlýsingar koma, sigur Strandferðslan.
Illveðrið fær eisini fleiri fólkaskúlar at avlýsa alla skúlagongdina í dag. Tilsamans átta fólkaskúlar hava í morgun lýst í útvarpinum við, at øll skúlagongdin í dag er avlýst vegna veður.
Teir skúlarnir eru: Vestmanna skúli, Skála skúli, Hvalvíkar skúli, Velbastaðar skúli, Hósvíkar skúli, Skúlin við Streymin, Runavíkar kommunuskúli og Fuglafjarðar skúli.
Flogferðslan er eisini darvað av illveðrinum. Sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn eru flogferðirnar úr Bergen, Keflavík, Edinburgh og Paris útsettar í dag.