- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klakkur fer úr Noregi í dag

Nýggjasta línuskipið í føroyska flotanum, Klakkur, fyrr Geir 2, skal eftir ætlan seta kós móti Føroyum í dag.
Klakkur, sum er keyptur úr Noregi, er fyrsta línuskipið í føroyska flotanum, sum hevur dragibrunn.
Línan kann dragast upp gjøgnum ein brunn miðskeiðis í skipinum, og øll manningin er undir dekki, meðan arbeitt verður.
Manningarviðurskiftini annars eru eisini ógvuliga nýtmótans umborð á hesum skipinum.
Frystilínuskip
Nýggi Klakkur er frystilínuskip, og kann frysta umleið 35 tons av flaki og avhøvdaðum fiski um samdøgrið.
Skipið hevur tríggjar diesel/electric Caterpillar motorar, sum hava 2.300 hestar hvør, og tað siglir knappar 14 míl.
Klakkur verður væntandi í Føroyum mikudagin.
Ætlanin er, at Klakkur skal fara fyrsta túrin til fiskiskap við Flemish Cap.