- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa ikki arbeiðsfólk
Fáa ikki arbeiðsfólk
Fyritøkur hokna undir trýstinum, tí tær fáa ikki arbeiðsmegi

Hendrik Egholm, stjóri í Magn, letur ill at støðuni
03.01.2020 - 14:37
Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at nú er arbeiðsloysið bara 0,8 prosent, 0,1 prosent minni enn í september.
Sambært heimasíðuni hjá ALS fáa 180 fólk í løtuni stuðul, tí tey eru arbeiðsleys.
Støðan ger. at fyritøkur sum t.d. Magn eru um at hokna undir trýstinum, tí eingin arbeiðsmegi fæst.
Hendrik Egholm, forstjóri í Magn, greiðir frá støðuni í Degi og Viku í kvøld.
Vinnuhúsið sigur, at støðan rakar allar vinnur í landinum.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, verður gestur í sjónvarpsstovuni í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV