- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóannes, Jóhann og Eydna ummæla nýggjársrøðuna

Hvussu skulu politiskar nýggjársrøður verða skipaðar, og hvussu kláraði Bárður á Steig Nielsen sína fyrstu nýggjársrøðu sum løgmaður?
Tað eru millum annað spurningarnir, sum Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum og cand.comm., og Eydna Skaale, retorikari, fara at kjakast um í Degi og Viku í kvøld.
Í morgun ummælti Turið Nolsøe, retorikari, nýggjársrøðuna í morgunsendingini í útvarpinum.
Hon vísti á, at røðan bygdi í stóran mun á felagsskapin og gerandishetjur í samfelagnum.
Ein nýggjársrøða skal savna fólkið, og hon skal ikki vera ov politisk. Tó helt Turið Nolsøe , at røðan stundum segði ov lítið.
Í kvøld fara so trý serkøn, hvør á sínum øki, at meta um avrikið hjá Bárði á Steig Nielsen á nýggjárinum.
Í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.