- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava landað fyri meira enn eina milliard
Hava landað fyri meira enn eina milliard
Føroysk skip landaðu 60.000 tons av botnfiski fyri 800 milliónir kr. frá januar til november í fjør

02.01.2020 - 10:18
Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør landaðu føroysk skip tilsamans 81.500 tons fyri tilsamans eina góða milliard krónur, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Her er talan um allan fisk uttan uppsjóvarfisk.
Nøgdin frá januar til november var 10.500 tons størri enn sama tíðarskeið í 2018. Vøksturin er umleið 15 prosent.
Avreiðingarvirðið vaks umleið 160 milliónir kr., ella 18,6 prosent.
Landað vórðu tilsamans umleið 60.000 tons av botnfiski fyri 800 milliónir kr.
Nøgdin vaks góð 17 prosent, og landingarvirðið var umleið 26 prosent størri enn í 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV