Politiið kannar innbrot

Politiið kannar innbrot
Tvey innbrot hava verið um jólahøgtíðina
 
28.12.2019 - 09:59

Tað eina innbrotið var í Keypsamtøkuni í Miðvági. Har hava innbrotstjóvarnir verið eftir vekslipengunum, sum vóru í kassunum.

Hitt innbrotið var í Atlantis í Klaksvík. Har hava innbrotstjóvarnir tikið sær góðgæti úr kioskini.

Bæði málini vera nú kannað.

Annars sigur politiið, at friðarligt hevur verið í býnum í nátt, eftir at sera nógv fólk vóru í býnum annað jólakvøld. 

Nakað av vindi var í gjár. Hetta elvdi til, at nakrar leysar takplátur fóru á flog í Hoyvík.

Eisini í vesturbýnum í Havn gjørdi vindurin um seg. Har fór nakað av leysum byggitilfari á flog, sigur politiið.

Einki frættist um vindskaðar aðrastaðni í landinum, hóast vindurin var nógvur. Á Fámjinsvegnum vóru hvirlurnar upp í 44 metrar um sekundið. Hetta gjørdi, at Bygdaleiðir avlýstu koyringina í Suðuroynni í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097