- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipini hava fingið jólapakkar
Skipini hava fingið jólapakkar
Pakkarnir eru frá sjómanskvinnuringunum kring landið og frá øðrum sum hava latið sjómansmissiónini pakkarnar

savnsmynd
24.12.2019 - 11:08
Føroyska sjómansmissiónin hevur í ár latið 1.144 jólapakkar til manningarnar á 101 skipi. Talan er um 68 fiskiskip, 17 handilsskip, 14 frálandaskip og 2 vaktarskip. 28 av skipunum eru ikki heima á jólum, tey eru 1 fiskiskip, 14 handilsskip og 13 frálandaskip.
Í fjør vóru fleiri skip, - tá vórðu 1225 pakkar latnir umborð á 105 skip.
Føroyska sjómansmissiónin takkar fyri nógvu pakkarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV