- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri nýggir bilar skrásettir í ár enn í fjør
Fleiri nýggir bilar skrásettir í ár enn í fjør
Føroyingar skrásettu 3.134 nýggj akfør í ár, sambært tølum fyri nýggj akfør hjá Akstovuni

24.12.2019 - 11:12
Hetta eru 153 fleiri enn í 2018. Millum annað innfluttu vit 8 líkbilar í ár, og bara tríggjar í fjør.
Talið av innfluttum akførum er hinvegin lækkað. Í ár eru innflutt 263 akfør, - tað eru 46 færri enn í 2018. Ein minking er í innflutninginum av viðfestivognum. Í ár innfluttu vit 20, men í fjør innfluttu vit 52 viðfestisvognar, vísa hagtøl frá Akstovuni millum annað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV