Sáttmálasamráðingar jólatrøll

Sáttmálasamráðingar jólatrøll
Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum verða jólatrøll, tí eingin fundur verður aftur fyrr enn í januar. 
 
20.12.2019 - 12:43

Seinasti fundurin í ár millum partarnar var í gjár, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Og á fundinum í gjár samdust partarnir um at hittast aftur í januar.

Lønardeildin hevur samráðst við Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag og Felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í heyst og í vetur, men enn eru partarnir ikki komnir á mál.

Jan Mortensen sigur, at Lønardeildin hevur havt samskifti við onnur fakfeløg eisini, men ongar ítøkiligar samráðingar. Miðað verður eftir at avgreiða lønarsáttmálan við tey stóru feløgini fyrst, ella í øllum førum okkurt av teimum.

Størsta felagið er Starvsmannafelagið, síðani er lærarafelagið, og triðstørsta felagið er sjúkrarøktarfrøðifelagið. Jan Mortensen sigur, at tað gongur spakuliga framá, og eisini á fundinum í gjár vórðu framstig gjørd, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097