- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politistafelagið ónøgt við viðferð
Politistafelagið ónøgt við viðferð
Politistarnir eru ónøgdir við viðferðina, teir fingu í løgtinginum, tá uppskotið um at dagføra rættargangslógina var til aðru viðgerð fyrr í vikuni

20.12.2019 - 13:43
Politistafelagið sendi í gjár øllum løgtingslimunum skriv, har tað vísir sína misnøgd við fleiri viðmerkingar, sum fullu á tingsins røðarapalli.
Í hesum sambandi skal løgmaður hava sagt, at politistafelagið vil at lækka krøvini til fútaembætið.
>> SÍ EISINI Rættargangslógin til triðju viðgerð
– Hetta er ikki rætt. Vit halda bara, at fólk, sum hava aðrar hægri útbúgvingar enn løgfrøði, eisini skulu hava møguleika at søkja fútaembætið, skrivar politistafelagið.
Málið snýr seg um, at føroyskir politistar vilja at strika kravið um, at fútin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, tí tað avmarkar møguleikan at søkja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV