- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avtalan samtykt: Bretland úr ES 31. januar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit_4.jpg?itok=dDg1M3Hx)
At avtalan nú er komin í hús, er ein sigur fyri Boris Johnson, og hetta er fyrsta framstig í málinum, síðani fólkaatkvøðuna um Brexit fyri trimum árum síðani.
Atkvøðugreiðslan í dag merkir, at Bretland 31. januar kann fara undir samráðingar við ES, skrivar bretska kringvarpið, BBC.
Fyrsta stigi at loysa frá ES og at fara undir samráðingar um handilsavtalur við ES. Tað hevur verið tungur burður at taka hetta fyrsta stigi at fara úr ES.
May tapti tríggjar atkvøðugreiðslur
Undangongukvinnan hjá Borisi Johnson, Theresa May, tapti tríggjar ferðir atkvøðugreiðslur um Brexit-avtaluna.
Men eftir stórsigurin á bretska parlamentsvalinum í síðstu viku gekk tað í dag sum eftir ánni, at fáa Brexit-avtaluna samtykta skrivar bbc.com
– Nú er stundin at koma saman og skriva nýggjan og spennandi kapittul í okkara tjóðarsøgu. At skapa nýggja felagsskap við okkara evropisku vinir, segði Johnson í dag.