Løgtingskvinna vil hava føroyskt mál í rættinum

Løgtingskvinna vil hava føroyskt mál í rættinum
Málið í rættinum skal verða føroyskt burturav, heldur løgtingskvinna hjá Tjóðveldi
 
18.12.2019 - 10:45

Málið í rættinum eigur at vera føroyskt burturav. Tað skrivar løgtingskvinnan Sirið Stenberg í sínum minnilutaáliti til uppskotið um nýggja rættargangslóg

Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í sera veikari støðu. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri, skrivar Sirið Stenberg.

Løgtingskvinnan vísir eisini á, at føroyskt kom inn í bæði skúlan og kirkjuna, áðrenn málsøkini vórðu yvirtikin.

Tí heldur grundgevingin ikki at siga, at danskt skal vera í rættinum, bara tí málsøkið ikki er á føroyskum hondum, sigur hon. Uppskotið um rættargangslóg hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097