- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kærumál skulu framvegis viðgerast í Danmark

Meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum heldur ikki, at tað er so stórur munur á føroyskum og donskum viðurskiftum innan løgregluna, at tað er neyðugt við serligum ráði.
Tað ger meirilutin greitt í álitinum til uppskotið um nýggja rættargangslóg.
Politistafelagið hevur annars gjørt greitt, at tað ikki vil, at kærumál og onnur mál móti løgreglufólkum skulu viðgerðast í Danmark av "Den lokale Uafhængige Politiklagemyndighed."
Fútin víðari heimildir enn í Danmark
Ístaðin áttu føroyingar at gjørt sum grønlendingar, ið hava serligt ráð fyri kærumál móti løgregluni. Tað ger danska politistafelagið greitt í skrivi, sum tað hevur sent Rættarnevndini vegna føroyska Politistafelagið.
Føroyska Politistafelagið hevur eisini biðið um, at sleppa kravinum um, at fútin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv. Men heldur ikki hesum ynski gongur eftirlíkar meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum.
– Fútin hevur fleiri heimildir og uppgávur enn ein politistjóri í Danmark, skrivar meirilutin millum annað í grundgevingunum í álitinum til uppskotið. Uppskotið hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag.