Steinbjørn Hardlei nýggjur rektari á Glasi

Steinbjørn Hardlei nýggjur rektari á Glasi
Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi
 
17.12.2019 - 09:54

Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt hevur hann sertifiseraða altjóða útbúgving innan broytingarleiðslu, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum. Hann hevur leiðsluroyndir frá Eik Banka og Atlantic Airways, har hann serliga hevur havt ábyrgd innan starvsfólkaøkið og organisatoriska økið.

Hann var stjóri á Føroya Handilsskúla, tá ið samanleggingin av teimum trimum skúlunum á Glasi byrjaði. Eftir samanleggingina var hann settur sum umsitingarstjóri, og seinastu mánaðirnar hevur hann verður virkandi rektari á Glasi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097