- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivasamt við áliti um sjófeingi

Vinnunevndin fór á fund klokkan 11 at viðgera lógina um sjófeingi. Nú verður umrøtt, hvat samgongan og andstøðan í nevndini kunnu vera felags um í einum áliti.
Mest sannlíkt er, at andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, kemur við sínum egna áliti, og at samgongan, sum hevur minnilutan í Vinnunevndini, kemur við sínum.
Fleiri ógreið viðurskifti
Johan Dahl, nevndarlimur og partur av samgonguni, fýlist á tíðina, sum nevndin hevur at viðgera hetta stórmál.
– Tað er nógv eftir at fáa greiði á. Tað er ikki bara sjálv lógin um sjófeingi, sum arbeiðið í Vinnunevndini snýr seg um. Tað eru fleiri onnur ógreið viðurskifti, sigur Johan Dahl, næstformaður í Vinnunevndini.
Eingi álit vórðu løgd fram á tingfundinum, sum varð settur klokkan 11, og tingdundurin varð tí niðurlagdur til klokkan 15 seinnapartin.