Gevast fyribils við framleiðsluni

Gevast fyribils við framleiðsluni
Amerikanska flogverksmiðjan, Boeing, gevst fyribils at gera flogfør av slagnum 737 MAX
Boeing-verksmiðjan hevur í meðal gjørt 42 MAX-flogfør um mánaðin. Nú gevst verksmiðjan fyribils við framleiðsluni
Mynd: AP  
 
17.12.2019 - 11:57

Forboð varð sett fyri at flúgva við MAX-flogførunum hjá Boeing í mars, men kortini hevur Boeing hildið fram at gera hesi flogførini.

Verksmiðjan hevur í meðal gjørt 42 MAX-flogfør um mánaðin. Forboðið varð sett í verk, eftir at tvey 737 MAX-flogfør duttu niður í Indonesia og Etiopia.

Óvist nær tey flúgva aftur

Fimm mánaðir vóru millum flogvanlukkurnar, sum kravdu tilsamans 346 mannalív. Reuters skrivar, at eingi útlit eru til, at forboðið verður sett úr gildi í bræði.

Nevndin í Boeing hevur havt fund í tveir dagar í Chicago, sum endaði við, at avgjørt varð at gevast við framleiðsluni av MAX-flogførunum.

Orsøkin til, at fyritøkan fyribils gevst at gera hesi flogførini, er, at tað er óvist, nær tað aftur verður loyvt at flúgva við teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463