- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri bústovnar dýrka

Tað ger Almannamálaráðið greitt í skrivi til Fíggjarnevndina, sum hevur biðið um eitt yvirlit yvir gongdina í verkætlanum, sum eru settar í verk.
Í yvirlitinum verða nevndar tríggjar verkætlanir um at byggja nýggjar bygningar. Heimið í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu hevur verið mett at kosta 29 milliónir krónur.
Arbeiðið at gera bygningin verður boðið út í næsta mánaði, men longu nú væntar Almannamálaráðið, at byggikostnaðurin verður størri enn heimildin í lógini.
Heimild at byggja fyri 58 milliónir
Tí verður kanska neyðugt at biðja um størri játtan í mars næsta ár. Eisini Heimið á Mýruni í Hoyvík til fólk við menningartarni verður kanska dýrari enn mett.
Heimild er at byggja tveir bústaðir fyri 58 milliónir krónur, sum eftir ætlan skulu vera lidnir á sumri 2022.
Men longu nú hevur Almannamálaráðið hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið við fyrispurningi, um prosjekteringin kann halda fram, hóast kostnaðurin kanska verður størri enn mett.
Onki ítøkiligt tal nevnt
Triðja byggingin er heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni. Tann fíggingin er ongantíð samtykt, tí lógin at heimila pengar fall burtur, tá løgtingið fór í summarfrí.
Kortini væntar Almannamálaráðið, at byggikostnaðurin verður størri enn upprunaliga mett. Almannamálaráðið nevnir ongastaðni í skrivinum, hvussu nógv verkætlanirnar væntandi fara dýrka.
Men ráðið upplýsir, at tað í løtuni kannar, um tað er mest skynsamt, at verklagslógir ikki verða lagdar fyri løgtingið, fyrr enn verkætlanin er liðugt prosjekterað, boðin út, og tilboð komin inn.