- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stúra fyri avlurting

Tað er ikki loyvt at brúka telefon og aðra elektroniska útgerð í fundarhølinum hjá uttanríkispolitisku nevndini hjá fólkatinginum á Christiansborg.
Orsøkin er, at stúrt verður fyri avlurting og njósning, skrivar danska kringvarpið.
- Tað ber til hjá óviðkomandi at fáa samband við eina fartelefon og brúka hana til at avlurta samrøður. Tí lata allir nevndarlimirnir telefonina frá sær, áðrenn fundurin í uttanríkispolitisku nevndini byrjar, upplýsir fólkatingið fyri DR.
Stjórnin hevur javnan fund við uttanríkispolitisku nevndina, har kunnað verður um uttanríkispolitisk mál, og stjórnin ráðførir seg eisini við teir 17 limirnar í nevndini.
Tí eru allir fundir í uttanríkispolitisku nevndini í trúnaði.
Hósdagin hevði nevndin fund um málið, har Kina verður lagt undir at leggja trýst á Føroyar at brúka telerisan Huawei at útbyggja 5G-netið.
Fregnartænastan hjá donsku verjuni viðger javnan støðuna, um Danmark verður hótt, og tað eru upplýsingar frá fregnartænastuni, sum hava fingið fólkatingið at taka stigið ikki at loyva telefonum í fundarhølunum hjá uttanríkispolitisku nevndini.