Velur 5G frá Ericsson fram um Huawei og Nokia

Velur 5G frá Ericsson fram um Huawei og Nokia
Stjórin í norska Telenor, Sigve Brekke, sigur við NRK, at tað verður gjørt av trygdarorsøkum
 
13.12.2019 - 11:00

Fyri tveimum mánaðum síðani valdi Telia eisini svenska telerisan, og vrakaði sostatt Huawei í 5G-útbyggingini, skrivar NRK á netinum.

Kappingin um at byggja 5G-netið hjá Telenor hevur í høvuðsheitinum verið millum kinesiska Huawei, svenska Ericsson og finska Nokia.

Trygdin eisini tikin við í metingina

Sigve Brekke, stjóri hjá Telenor í Noregi, sigur við norska kringvarpið, at Telenor hevur havt opna samráðingartilgongd við allar veitararnar. 

Grundað á handilsligar treytir og tøkniliga góðsku, hava vit tikið støðu. Og vit hava eisini hava trygdina við í metingini, sigur Sigve Brekke við NRK.

Brekke sigur, at Telenor hevur ábyrgd av, at netskipaninar eru tryggar, men hann var ikki neyvari enn tað. Huawei er endað í eini politiskari ósemju millum USA og Kina, tí USA hevur boykottað felagið. 

Gera royndir á 10 støðum

Telenor ger í løtuni royndir við 5G á 10 støðum í Noregi og á útvaldum støðum í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Tailandi og Malaisia. Í veruleikanum fer signalið at koma gjøgnum luftina, og ikki gjøgnum jørð.

Tú kanst sostatt varðveita wifi-rutaran, men í staðin fyri at hava ein leidning inn í húsið, tekur ein mobil-sendari signalini gjøgnum luftina. 5G er eisini nógva ferðir skjótari. 

Donald Trump hevur sett Huawei á svartalista, tí tað er til vanda fyri trygdina í Vesturheiminum. Men Ren Zhengfei, sum eigur Huawei, sigur við NRK, at Noreg skal ikki óttast Huawei.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463