- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søguligur sigur: Johnson fær avgjørdan meiriluta
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson_-_ap_13.12.2019.jpg?itok=fkQ55jWx)
Hetta er sostatt besta val hjá Konservativa flokkinum síðani 80-árini, tá Margareth Thatcher var forsætisráðharri í Bretlandi.
Konservativi flokkurin fær 361 av teimum tilsamans 650 sessunum í parlamentinum. Tað eru 66 fleiri enn á seinasta vali.
Greinin heldur fram niðanfyri
“Let’s get Brexit done, but first, my friends let’s get breakfast done”
— BBC News (UK) (@BBCNews) December 13, 2019
Prime Minister Boris Johnson celebrates his victory, saying “as the nation hands us this historic mandate we must rise to the challenge and the level of expectations”https://t.co/XDCEAqTjWx #BBCElection pic.twitter.com/gqZAVe7KqS
– Lat okkum sameina landið. Lat okkum fáa Brexit avgreitt, segði Boris Johnson millum annað í takkarrøðuni í morgun, tá valúrslitið var greitt.
Ringasta val hjá Labour í 84 ár
Eftir at verða tilnevndur vinnari, helt 55 ára gamli Boris Johnson, forsætisráðharri, takkartalu í nátt í sínum egna valdømi, Uxbrigde og South Ruislip, í høvuðsstaðnum, London.
Hinvegin, so var hetta ringasta val hjá Labour-flokkinum síðani 1935. Sambært exitpoll fær Labour 191 sessir í parlamentinum, tað eru 71 færri enn á valinum í 2017.
Í nátt boðaði vónbrotni formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour, hóast Corbyn sjálvur var afturvaldur, men flokkurin tapti valið.
Hava tryggjað sær Brexit-avtaluna
Stóri taparin á valinum, Jeremy Corbyn leggur ikki frá sær enn. Fyrst skal flokkurin eftirmeta valið og kjakast um, hvussu nú skal farast fram.
Valsigur merkir, at Boris Johnson og Tey Konservativu nú hava tryggjað sær meirilutan og kunnu tryggja Brexit-avtaluna, sum tey higartil ikki hava fingið samtykta.
ES hevur útsett Brexit til 31. januar næsta ár, og forsætisráðharrin hevur fleiri ferðir lovað, at bretar fara úr ES síðstu í januar.