- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsfundur millum Føroyar og Kina
Semingsfundur millum Føroyar og Kina
Føroyska viðskiftastovan í Keypmannahavn og umboð fyri kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn hava havt fund aftur fyri at greiða støðuna

13.12.2019 - 09:46
Tað upplýsti Bárður Nielsen, løgmaður, fyri danska kringvarpinum, DR, í gjárkvøldið.
– Sendimaðurin hjá okkum hevur havt fund og vitjað á kinesisku sendistovuni og hevur tosað um tað sum hent er. Báðir partar harmast tað, sum er hent, og vit vóna, at tað ikki endurtekur seg.
– Eg havi ikki fatan av, at hetta hevur skatt nakað, men eg harmist um støðuna og vóni, at tað ikki endurtekur seg, segði Bárður Nielsen við DR í gjárkvøldið.
Danska dagblaðið, Berlingske, almannakunngjørdi í gjár sjálva samrøðuna, ið Kringvarpið fekk fútabann móti at endurgeva í síðstu viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV