- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgjørd í dag

Jenis av Rana, landsstýrismaður, var á fundi við íslendska uttanríksráðharran, Guðlaug Þór Þórðarson, í Keypmannahavn í gjár. Men hann vil ikki siga nakað um, hvat teir samdust um, fyrr enn politiska skipanin í Føroyum er kunnað.
Í morgun fer Jenis av Rana at kunna landsstýrið um úrslitið, og seinnapartin skal hann kunna og ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Tá tað er gjørt, verður støða tikin til, hvat skal henda við Hoyvíkssáttmálanum, um hann skal fara úr gildi á nýggjárinum, ella um uppskot skal leggjast fyri løgtingið í næstu viku, um at Hoyvíkssáttmálin skal halda fram.
Uppsagnarfreistin eitt ár
Tað var undanfarna samgonga sum fyri ári síðani gjørdi av at siga Hoyvíkssáttmálan upp.
Tað var neyðugt, tí í Hoyvíkssáttmálanum stendur, at íslendingar kunnu virka í føroysku fiskivinnuni. Men landsstýrið hevði gjørt av, at útlendingar skuldu úr føroysku fiskivinnuni.
Hoyvíkssáttmálin mátti sigast upp við freist upp á eitt ár. Tí fingu íslendingar seks ára freist at fara úr føroysku fiskivinnuni, meðan fyritøkur í øðrum londum fingu freist í fimm ár.
Landsstýrið tekur endaligu støðuna
Samgongan hevur gjørt av, at nýggj lóg um sjófeingi skal koma í gildi á nýggjárinum. Eftir tí lógini, kunnu útlendingar eiga upp í 25 prosent í føroysku fiskivinnuni, og tí kunnu íslendingar eisini halda fram í vinnuni.
Tí verður tað landsstýrið sum á fundi í dag fer at taka endaliga støðu til Hoyvíkssáttmálan, og Uttanlandsnevndin verður eisini kunnað um ætlaninar við Hoyvíkssáttmálanum.
Skal Hoyvíkssáttmálin halda fram, so má uppskot leggjast fyri løgtingið í næstu viku, sum ógildar uppsøgnina, sum løgtingið samtykti fyri einum ári síðani.