Gjaldið í tunlunum endurskoðast

Gjaldið í tunlunum endurskoðast
Landsstýrið fer at kanna, um tað framvegis skal kosta at koyra í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum.
 
13.12.2019 - 15:49

Hóast lánini í báðum tunlum eru afturgoldin, verður tó framvegis kravt gjald fyri at koyra í teimum, og ætlanin er tí at hyggja aftur eftir hesum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann. Ókeypis er at brúka teir 17 tunlarnar á landi, sigur Jørgen Niclasen, og teir 500 kilometrarnar av landsvegi. 

Bjarni Hammer spurdi millum annað, hvussu nógv, tað kostar at ferðast til Havnar og aftur úr ávikavist Suðuroynni og Vágum.

Kostnaðurin er fyri tvey vaksin og trý børn 425 krónur, um bilurin er við. Uttan bil er kostnaðurin 280 krónur.

Úr Vágum og aftur er kostnaðurin 630 krónur við Bygdarleiðum. Við egnum bili er kostnaðurin 439 krónur úr Bø, er svarið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109