- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boðsend sjey ferðir í ár

Tyrlan hevur verið boðsend sjey ferðir í ár, at leita eftir fólki í fjøllunum. Tað stendur í einum yvirliti, Fiskimálaráðið hevur gjørt til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.
Í flestu førum var talan um útlendingar, sum vóru horvnir ella høvdu fingið skaða í fjøllunum. Eitt nú varð leitað eftir útlendskum manni í Fugloy í februar mánaði.
Fimm ferðir á skipum í ár
Seinni varð leitað eftir útlendskari kvinnu í Sandvík, og tyrlan varð eisini boðsend, tá ein útlendsk kvinna hevði fingið skaða á Kallinum.
Umframt at leita eftir fólki í fjøllunum, varð tyrlan eisini boðsend fimm ferðir í sjúkraflutningsørindum frá skipum. Og fýra ferðir varð neyðsignal sent, har tyrlan varð boðsend.
Í tveimum førum varð tyrlan send at leita eftir bátum, sum vóru illa staddir. Higartil er tyrlan boðsend 18 ferðir í ár til leiting og bjarging. Tað er munandi minni enn í fjør, tá varð tyrlan boðsend 27 ferðir.