Fleiri handtikin fyri yvirgangsætlanir í Danmark

Fleiri handtikin fyri yvirgangsætlanir í Danmark
Danska løgreglan hevur seinnapartin framt handtøkur fleiri staðni. Illgruni var um, at ætlanir vóru at fremja yvirgang
 
11.12.2019 - 14:53

Løgreglan í Danmark hevur seinnapartin framt handtøkur og húsarannsóknir fleiri staðni í Danmark, tí illgruni er um, at ætlanir vóru um at fremja yvirgang við "hernaðarligum, islamistiskum motivi", sum løgreglan málber seg í tíðindaskrivi.

Tíðindafundur verður klokkan 16 seinnapartin føroyska tíð. Tá fara løgreglan í Keypmannahavn og fregnartænastan hjá løgregluni, at greiða nærri frá átakinum.

Stutt eftir døgurða segði løgreglan í Keypmannahavn, at hon samstarvar við fleiri onnur politiøki, í Norðurjútlandi, Mið-og Vesturjútlandi, Fjóni og Vesturøkinum, og at rannsóknir og handtøkur vóru fleiri staðni í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463