- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bræv: Danska uttanríkisráðið mælti til fútabann

Málið snýr seg um, at landsstýrið bað fútarættin um at áleggja fútabann móti Kringvarpinum at nýta eina upptøku at greiða frá, hvat varð sagt á einum fundi millum landsstýrisfólk og kinesiska sendiharran.
Føroyska Uttanríkis- og mentamálaráðið vendi sær til sínar starvsfelagar í Danmark annan desember - tað vil siga áðrenn fundin í fútarættinum, tá fútabannið kom í gildi.
Hetta váttar tíðindatænastan hjá danska uttanríkisráðnum í teldubrævi til fjølmiðlafólk hjá Politiken.
Í brævinum stendur millum annað, at:
"Í hesum sambandi váttaði uttanríkisráðið, at tað kundi skaða sambandið við uttanhýsis samstarvsfelagar, um upplýsingar frá einum afturlatnum fundi varð almannakunngjørt."
Hvørjir hesir "uttanhýsis samstarvsfelagarnir" eru, stendur einki um í teldupostinum frá danska uttanríkisráðnum.