- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendistova í Ísrael er í fíggjarlógaruppskotinum
Sendistova í Ísrael er í fíggjarlógaruppskotinum
Landsstýrið hevur biðið um pengar til sendistovu í Ísrael

08.12.2019 - 08:24
Sendistovan í Ísrael er komin eitt stig nærri veruleikanum.
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum landsstýrið sendi løgtinginum fríggjadagin, verður biðið um at hækka játtanina til sendistovuvirksemið við 2,6 milliónum krónum.
Av hesum fara 1,6 milliónir krónur til at stovna eina sendistovu í Ísrael.
Í viðmerkingunum stendur, at "hóast handilsliga og vinnuliga samstarvið annars millum Føroyar og Ísrael er avmarkað í løtuni, eru stórir møguleikar í einum tøttum samstarvi við Ísrael."
Landsstýrið nevnir einki um, hvar í Ísrael, sendistovan skal liggja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV