- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika at skilja netpartin frá SEV

Landsstýrið hevur í fíggjarlógaruppskotinum markað tvær milliónir krónur til at kanna og gera eina sonevnda koyriplan til, hvussu netparturin kann skiljast frá SEV.
Arbeiðið verður framt í 2020, stendur víðari í viðmerkingunum í fíggjarlógaruppskotinum, sum er sent í løgtingið.
Ætlanin, at skilja netpartin frá SEV, stendur eisini í samgonguskjalinum frá í summar.
Har stendur millum annað, at:
"Elnetið skal skiljast frá hinum virkisøkinum hjá SEV, soleiðis at fult gjøgnumskygnið verður í kostnaðinum av netpartinum."
Víðari stendur:
"Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja."