- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO: 142.000 fólk doyðu av meslingum í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/meslingar_koppseting.jpg?itok=JopCNeQ5)
Væntandi koppseting í heimsins fátækastu londum hevði við sær, at 142.000 fólk doyðu av meslingum í fjør. Talan var um ein vøkstur upp á 15 prosent, skriva tíðindastovurnar Ritzau og DPA.
Tað upplýsir heimsheilsustovnurin, World Health Organization. Stovnurin metir, at 9,8 milliónir fólk fingu meslingar í 2018, tað er ein triðingur fleiri enn árið fyri.
>> SÍ EISINI Fýra lond í Evropa ikki meslingafrí
Londini, sum vórðu harðast rakt av meslingum í 2018, vóru Demokratiska Lýðveldið Kongo, Liberia, Madagaskar, Somalia og Ukraina.
Í teimum londunum búðu helvtin av teimum, sum doyðu, men sjúkan finst mest sum í øllum londum, sigur WHO. Tey flestu, sum doyðu í 2018, vóru børn undir fimm ár, upplýsir WHO.
Ov fá børn verða koppsett
– Tað ber til at fyribyrgja meslingum við at koppseta børnini, men tað verður ikki gjørt í nóg stóran mun, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom. Hann vísir á, at koppsetingin av børnum hevur verið minkandi seinastu 10 árini, og tí tekur sjúkan seg upp.
Tað er neyðugt, at 95 prosent av fólkinum verða koppsett, fyri at forða sjúkuni í at breiða seg, men í fjør vórðu bert 86 prosent koppsett. Koppsetast skal tvær ferðir, og minni enn 70 prosent vórðu koppsett aðru ferð.
Eisini í ár er gongdin skeiva vegin, tí meslingar gera um seg í fleiri londum, millum annað Samoa, Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Madagaskar, Nigeria og Ukraina, upplýsir heimsheilsustovnurin.