- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glasir ikki liðugur í ár

Skúladepilin í Marknagili verður ikki liðugur í ár. Tað boðar byggiharrin frá, hálvt annað ár eftir at skúladepilin varð tikin í nýtslu, eftir summarfrítíðina í 2018.
Landsverk hevur boðað Uttanríkis- og mentamálaráðnum frá, at arbeiðið við at gera skúladepilin lidnan verður ikki liðugt í ár.
Verklagslógin má leingjast
Í mai mánað játtaði løgtingið 23,9 milliónir krónur afturat til at gera skúladepilin lidnan. Tá varð verklagslógin eisini longd til at fara úr gildi á nýggjárinum.
Men nú arbeiðið dregur út, má verklagslógin leingjast, so hon er í gildi til 31. desember 2020.
Sambært Landsverki er orsøkin í høvuðsheitum tann, at prosjekteringin og arbeiðini drógu so mikið langt út, sum tey gjørdu, at ráðgevar og arbeiðstakarar komu í ta støðu, at tey arbeiðir, ið teir skuldu fara til eftir byggingina av skúladeplinum stóðu og vóru byrjað.
Aðrar avbjóðingar eisini stungið seg upp
Starvsfólk vóru tí flutt til nýggjar verkætlanir, og hevur tað síðani verið tíðarkrevjandi at fáa arbeiðstakarar at binda seg til at fáa arbeiðini gjørd liðug. Aðrar avbjóðingar hava eisini stungið seg upp, og eru vaksnar í vavi og tykist ikki møguligt at fáa hesar avgreiddar í ár.
Tí er greitt, at eitt nú sólavskerming av rútunum, samanstoyping av elementum, ventilatión og arbeiðið við jarðhitaskipanini verður ikki liðugt í ár.
Sambært lógaruppskotinum, ið er lagt fyri løgtingið í dag, skulu ikki játtast fleiri pengar til at byggja skúladepilin. Talan er bara um at leingja gildistíðina á verandi lóg.