- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stirvnar samráðingar
Stirvnar samráðingar
Tað gongur striltið við lønarsamráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

05.12.2019 - 14:21
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið samráðast enn og skulu møtast aftur mánadagin, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Hann sigur, at semingsfólk eru ikki boðsend - og so leingi avtalan um, at samráðast aftur mánadagin verður hildin, átti tørvur ikki at verið á semingsfólki.
Føroya Lærarafelag var á samráðingarfundi í morgun og seinnapartin í dag hevur Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar tørn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV