- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósamd um orkupolitikkin

Tað sæst í álitunum hjá Fíggjarnevndini um tvey lógaruppskot, annað frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, hitt frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Bæði uppskotini eru um, at hitapumpur skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi.
Meirvirðisgjaldið verður endurgoldið nú, men skipanin er bara galdandi til nýggjárs. Landsstýrið vil leingja hana eitt ár. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja leingja hana fýra ár.
Aðrar skipanir eisini frítakast fyri mvg
Andstøðuflokkarnir vilja eisini, at aðrar góðkendar orkuskipanir, so sum sólorka, eisini sleppa undan meirvirðisgjaldi. Samgongan og Sjálvstýri siga, at samgongan hevur stórar ætlanir um umhvørvi og orku.
Tí halda hon og Sjálvstýri tað vera ráðiligt bara at leingja skipanina við hitapumpunum og meirvirðisgjaldinum eitt ár, tí aðrar lógir um umhvørvi og orku eru á veg.
Skipanin við hitapumpum og meirvirðisgjaldi hevur nú virkað í skjótt tvey ár. 113 fólk hava fingið meirvirðisgjaldið aftur fyri hitapumpur og innlegging, tilsamans slakar 2,4 milliónir krónur. Afturgjaldið er í miðal 21.100 krónur