- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finska stjórnin lagt frá sær
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/anttii_rinne_-_ap.jpg?itok=kzxAAvBX)
Anttii Rinne, forsætisráðharri, sum er úr sosialdemokratiska flokkinum, var í dag hjá forsetanum og bað um at verða loystur úr starvi.
Orsøkin, er Miðflokkurin, sum er ein av samgonguflokkunum, hevur mist álitið á forsætisráðharranum. Politiska kreppan hevur røtur í einari arbeiðsósemju í finska postverkinum.
700 starvsfólk í postverkinum er flutt í eitt dótturfelag, har ein annar sáttmáli er galdandi. Tað hevur havt við sær, at summi starvsfólk eru farin niður í løn.
Stjórnin bara sitið í hálvt ár
Funnist verður at Anttii Rinne, forsætisráðharra, fyri handfaringina av málinum, og hann er eisini lagdur undir at hava sagt ósatt fyri finska ríkisdegnum.
Rinne er fyrrverandi fakfelagsleiðari. Hann sigur, at hann alla tíðina hevur gjørt fakfelagsrørsluni greitt, at hann góðtekur ikki, at viðurskiftini hjá almennum starvsfólkum versna.
Fimm flokkar manna stjórnina í Finnlandi, sum hevur sitið við valdið síðani í summar.