- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarætlanin í Vági samtykt

Býráðið í Vági samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2020. Skattaprosentið lækkar niður í 21,65 prosent, og barnafrádrátturin hækkar upp í 5.500 krónur.
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu næsta ár verða mettar til góðar 65 milliónir krónur og raksturin til góðar 57 milliónir krónur. Tað eru umleið trý prosent meira enn í ár.
Gera íløgur fyri 5,7 milliónir
Vágs kommuna fer at rinda hálva fjórðu millión krónur aftur í skuld í 2020, og íløgur verða gjørdar fyri 5,7 milliónir krónur.
Meginparturin av íløgunum fer til tekniska økið, millum annað til dagføring av vegakervinum, til drekkivatnsskipanina og spillvatnsskipanina.
Grøna økið verður eisini raðfest næsta ár. Endurnýtsluplássið verður klárt at taka í nýtslu eftir ársskiftið, og næsta ár fara húsarhald í Vágs kommunu at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.