Avgerð fallin: Sleppa ikki at petta málning sundur

Avgerð fallin: Sleppa ikki at petta málning sundur
Býarrætturin í Keypmannahavn hevur við fútabanni staðfest, at føroyingarnir sleppa ikki at skera í málningin hjá Tal R
 
02.12.2019 - 11:05

Dan Thorleifsson og Arne Leivsgarð sleppa hvørki at skera í málningin hjá Tal R ella at gera urskivur burtur úr málninginum. Tað hevur Sjó- og handilsrætturin í Keypmannahavn avgjørt í morgun.

Listarmaðurin, Tal Rosenzweig, vanliga nevndur Tal R, bað í síðsta mánaði Sjó- og handilsrættin um at seta bann fyri at skera í málningin Paris Chic, sum báðir føroyingarnir høvdu keypt, og ætlaðu at skera í flísar at seta í armbandsur.

 >> SÍ EISINI Føroyskir urmakarar í rættin

Í úrskurðinum sigur rætturin, at verkætanin hjá føroyingunum stríðir ímóti lógini um upphavsrætt, tí teir broyta málningin til eitt nýtt verk til almenningin at síggja. Hetta stríðir móti virðisrættinum.

Rætturin sigur eisini, at verkætlanin stríðir ímóti marknaðarføringarlógini. Umframt fútabann, skulu føroyingarnir rinda listarmanninum sakarkostnaðin, sum er góðar 31.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109