- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin loysn funnin á trætu úm Hoyvíkssátmálan

Jenis av Rana, landsstýrismaður sigur, at finna embætisfólk í Føroyum og Íslandi ikki eina semju um Hoyvíkssáttmálan í næstu viku, so fer Jenis av Rana, landsstýrismaður aftur at hitta íslendska ráðharran, Guðlaug Þór Þórðarson, fyri at finna eina loysn, so Hoyvíkssáttmálin verður verandi í gildi.
Tá Jenis av Rana tók við sum landsstýrismaður, setti hann sær fyri at finna eina loysn við Ísland, so Hoyvíkssáttmálin kann halda fram.
Løgtingið hevur annnars samtykt, at Hoyíkssáttmálin fer úr gildi á nýggjárinum, um íslendingar ikki eru sinnaðir at broyta nøkur viðurskifti.
Samdust um at finna eina loysn
Talan er serliga um sølu av heilivági úr Føroyum til Íslands, sølu av landbúnaðarvørum úr triðjalondum, sum eru virkaðar í Føroyum, og so vilja føroyingar eisini hava, at føroysku skipini kunnu landa lodnuna, tey fáa í íslendskum sjógvi í Føroyum.
Tað hevur verið lutvíst galdandi, men ikki tá lodnan hevur rogn, tí tá siga íslendingar seg hava ein góðan marknað í Japan, og tí skal lodnan landast í Íslandi.
Í heyst var Jenis av Rana í Íslandi, og tá samdust partarnir um, at embætisfólk úr londunum skuldu royna at finna eina loysn.
Ein loysn má finnast fyri jól
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at bæði londini ynskja, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram, men føroyska kravið er framvegis, at hann verður broyttur, sum føroyingar ynskja.
Hann sigur, at framstig eru gjørd, og finna embætisfólkini ikki eina loysn í komandi viku, fer hann aftur at tosa við íslendska ráðharran.
Tí ein loysn má finnast fyri jól, so løgtingið kann seta avgerðina um at siga sáttmálan upp úr gildi, áðrenn løgtingið fer í jólafrí. Hendir tað ikki, fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi á nýggjárinum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.