- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børn uttan pápa hava fleiri trupulleikar

Børn, sum verða uppald hjá mammuni og hava ein pápa, sum tey ongantíð síggja, hava fleiri trupulleikar enn børn, sum hava gott samband við pápan.
Tað vísir ein nýggj granskingarverkætlan hjá danska stovninum fyri barnalív. Kanningin leggur seg væl upp eftir svenskum og amerikonskum kanningum um sama evni.
Betri við báðum foreldrum
Julie Ellesøe Jespersen hevur verið partur av granskingarverkætlanini og hon sigur við dr.dk, at børn hjá støkum uppihaldarum hava fleiri avbjóðingar enn børn, sum búgva skiftisvís hjá mammuni og pápanum.
Tó so vísir granskingin eisini, at trupulleikin er í høvuðsheitunum hjá børnum, sum bara hava eitt fólk at ansa eftir sær. Kanningin vísir eisini, at tað er ikki avgerandi, um seinni umsorganarpersónurin er pápin, omman og abbin ella ein mamma aftrat. Heldur hevur tað týdning, at tey eru tvey fólk um barnið.
At pápin er til staðar fyri børnini í teirra barnaárum viðførir, at tey klára seg munandi betri millum onnur og í skúlanum. Tað vísa tvær stórar altjóða granskingarverkætlanir. Kanningarnar geva eisini ábendingar um, at børn, sum hava pápan í lívinum, hava betri heilsu.