- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV-prísurin hækkar
Hjá húsarhaldum hækkar streymrokningin 30 krónur um mánaðin, ella 375 krónur um árið, tá mvg er íroknað. Framrokningar vísa, at neyðugt verður helst eisini at prísin fimm oyru aftrat hjá øllum kundum í 2021.
Oljuútreiðslur og útbyggingar í elskipanini seinastu fimm árini eru orsøkin til príshækkingina, sigur SEV í tíðindaskrivi í dag.
Elprísurin lækkaði fimm oyru fyri kilowatttíman í 2017 og 2018, men í ár hækkaði prísurin 10 oyru, og er nú á sama stigi sum í 2014.
Stórar útbyggingar á skránni
John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, sigur, at stórar útbygginginar eru á skránni, millum annað nýggjar vindmyllulundir.
– Vit eru um at koma upp á tindin, men tað seinasta strekkið er neyðugt við nøkrum oljuútreiðslum og íløgum í elveitingina, millum annað pumpuskipan og koplingarstøðir, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.
Hann sigur, at vit nærkast einum tíðarskeiði, har grønar útbyggingar fara at síggjast aftur í fíggjarætlanini. Oljuútreiðslurnar fara at minka nógv, so hvørt útbyggingarnar verða framdar, sigur John Zachariassen.