Fólk í Sandoy oftast hjá kommunulækna

Fólk í Sandoy oftast hjá kommunulækna
Fólk í Sandoynni eru oftari hjá sínum kommunulækna enn fólk í øllum øðrum økjum í Føroyum
 
28.11.2019 - 10:13

Fólk í Sandoynni vóru í miðal 4,6 ferðir hjá sínum kommunulækna í 2018. Tað vísa nýggj tøl hjá Heilsutrygd og Hagstovu Føroya.

Fólk í Vágum vóru í fjør í miðal 3,8 ferðir hjá sínum kommunulækna í fjør, og fólk í Norðstreymoy vóru í miðal hjá kommunulæknana 3,3 ferðir.

Hinvegin, so vóru fólk í Suðurstreymoy í miðal 2,8 ferðir hjá kommunulækna í fjør. Samlaða talið av viðtalum í kommunulæknaskipanini var umleið 160.000 í 2018.

Øki Viðtalur hvørt fólk 2018
Sandoy 4,6
Vágar 3,8
Norðstreymoy 3,3
Suðuroy 3,1
Norðoyggjar 2,9
Eysturoy 2,9
Suðurstreymoy 2,8

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949