- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sóknast eftir greiðari endamálsorðing

Er endamálið við Bústøðum at breiða seg um allan leigumarknaðin, líka frá bíligum lestrarbýlum til stórar og dýrar marglætisbústaðir, ella skal endamálið hjá Bústøðum avmarkast til eitt ávíst slag av leigubústøðum?
Tað eigur politiski myndugleikin at taka støðu til, heldur Arbeiðsgevarafelagið. Tað eigur at verða púra greitt, hvørjar leigubústaðir, tað almenna skal útvega og reka, sigur felagið.
Hetta stendur í einum hoyringarskrivi í sambandi við, at Fíggjarmálaráðið ætlar at leingja freistina at søkja um at fáa meirvirðisgjaldið fyri at byggja leigubústaðir aftur.
Freistin longd eitt ár
Men freistin verður bara longd eitt ár, tí næsta ár kemur landsstýrið við einum bústaðarpakka, sigur tað.
Tey, sum byggja ella umbyggja ein bygning til leigubústaðir fyri meira enn 200.000 krónur, kunnu fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av byggikostnaðinum.
Treytin er tó, at talan er um í minsta lagi tveir bústaðir, og fólk í koyristóli skal kunna brúka annan.