- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski uttanríkisharrin vitjar
Danski uttanríkisharrin vitjar
Í morgin kemur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, til Føroya. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, kemur til Føroya í morgin, og steðgar til hósdagin
26.11.2019 - 08:12
Eisini hevur landsstýrið sett sær sum mál, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkispolitisk og verjupolitisk mál.
Hetta fer landsstýrið at tosa við Jeppe Kofod um, meðan hann er í Føroyum. Jeppe Kofod kemur í morgin og fer fyrst til Gásadals, áðrenn hann fer til Havnar.
Jeppe Kofod og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hava fund í Tinganesi seinnapartin í morgin. Hósdagurin byrjar við fundi í løgtinginum við Uttanlandsnevndina, og síðani gongur leiðin í Vinnuhúsið.
Áðrenn danski uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur hósdagin, vitjar hann Listasavnið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV