- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rokmikil endi á grønlendsku tingsetuni
Tað var andstøðuflokkurin Partii Naleraq, sum reisti misálitið, eftir at Erik Jensen hevði sett fram ynski, um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- og ráðevnismálum í landsstýrinum hjá Kim Kielsen.
Erik Jensen hevði fyrr um dagin alment funnist harðliga at Kim Kielsen og boðað frá, at hann ætlar sær at bjóða Kim Kielsen av sum formaður í Siimut á landsfundinum, sum verður í juli næsta ár.
Hetta er 14 ferðin, at eitt landsstýrisfólk verður skift út í landsstýrinum hjá Kim Kielsen, síðani landsstýrið varð skipað 15. maj í 2018.
Stór ónøgd hevur valdað í Grønlandi seinastu tíðina, eftir at samgongan valdi at typpa hol í landskassanum við at leggja stór avgjøld á góðgæti, sukur, alkohol og sigarettir.
Næstformaðurin í Siumut, Karl-Kristian Kruse, fanst so seint sum hósdagin at Kim Kielsen og hansara leiðsluevnum, tá hann segði seg hava tað trupult við at verða verandi í Siumut og stuðla Kim Kielsen. Men í gjár var tað hann, ið forðaði fyri at misátið varð samtykt. Hetta hendi, eftir at Kim Kielsen hevði lovað nakrar kvotur til fyrimuns fyri Karl-Kristian Kruse.