- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattalættar raka ójavnt
Skattalættar raka ójavnt
Ætlaðu skattalættarnir til lærlingar og pensjónistar kosta í miðal 1.144 krónur fyri hvørt fólkið í Føroyum. Í onkrum økjum tó tó væl meira

22.11.2019 - 08:06
Ein framrokning hjá kommunufelagnum vísir, at ætlaðu skattalættarnir til lærlingar og pensjónistar umframt skattalættin, sum fyritíðarpensjónistar fingu síðsta valskeið í 2021 fer at kosta kommununum góðar 59 milliónir.
Men tað er ymiskt, hvussu tey einstøku økini verða rakt. Í miðal kosta skattalættarnir 1.144 krónur um árið fyri hvørt fólkið í Føroyum.
Men fyri hvørt fólkið í Sandoynni kostar skattalættin 1.741 krónur, og í Suðuroynni 1.643 krónur fyri hvørt fólkið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV