- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey uppskot um fíggjarætlan
Tvey uppskot um fíggjarætlan
Býráðið á Tvøroyri hevði tvey uppskot um fíggjarætlan fyri 2020 at taka støðu til á býráðsfundinum týskvøldið

Skattaprosentið á Tvøroyri verður óbroytt í 2020, 20,9 prosent
21.11.2019 - 08:34
Meirilutin hevði eitt uppskot, og minnilutin hevði eitt. Uppskotið hjá meirilutanum, sum er Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Bjarni Hammer, varð samtykt.
Fíggjarnevndin hjá býráðnum var tó samd um, at skattaprosentið verður óbroytt, tað er 20,9. Hetta var seinna og endaliga viðgerð.
Fíggjarætlanin verður nú send Fíggjarmálaráðnum, sum skal hava hana í seinasta lagi 1. desember.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV