- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spaniólar vilja steðga avtalu um talgilding

Vandi er fyri, at samstarvsavtalan millum Føroyar og Katalonia um talgilding verður strikað.
Fyrr í vár skrivaðu táverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og katalanski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, undir avtalu um samstarv innan talgilding.
Avtalan, ið er eitt sonevnt Memorandum of Understanding, snúði seg um at orða nýggj samstarvsøki, ið hava við sær, at Føroyar og Katalonia skifta vitan, royndir og loysnir innan talgilding sína millum.
Men hon verður helst av ongum, tí - sum skilst - hevur spanska stjórnin sent avtaluna í Hægsta Rætt.
Tað vátta bæði Nicolai Balle, stjóri í Talgilding Føroyar, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.