Menn hyggja í frítíðini; kvinnur til arbeiðis

Menn hyggja í frítíðini; kvinnur til arbeiðis
Munur er á skíggjanýtsluni hjá báðum kynunum, vísir Gallup-kanning
 
18.11.2019 - 07:50

Kvinnur hyggja meira í skíggjan enn menn á arbeiðsplássinum; men í frítíðini eru leiklutirnir millum kynini øvugtir.

Tað vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

Helvtin av kvinnunum sita í minsta lagi tríggjar tímar um dagin frammanfyri skíggjan í arbeiðstíðini - 10 prosent fleiri enn menninir.

Aftaná arbeiðstíð hava menninir størri sannlíkindi fyri at seta seg frammanfyri telduna, sjónvarpið ella hyggja í fartelefonina.

41 % av teimum spurdu monnunum siga, at teir dagliga hyggja í skíggjan 5 tímar ella meira í frítíðini, meðan ein lítil tríðingur av kvinnunum siga tað sama. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878