- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlin liðugur í januar
Skúlin liðugur í januar
Nýggi skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík verður liðugur síðst í januar, og síðani byrja fyrireikingarnar at flyta næmingar, lærarar og onnur starvsfólk

Undirvísingin í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík byrjar um mánaðarskiftið mars/apríl
15.11.2019 - 09:02
Undirvísingin í nýggja skúlanum byrjar um mánaðarskiftið mars/apríl. Nýggi skúlin á Skúlatrøð er størsta einstaka verkætlan hjá Klaksvíkar kommunu hgartil.
Hon hevur kostað umleið 110 milliónir kr. við innbúgvi, tá meirviðisgjald er íroknað. Talan er ikki bara um nýbygging, men eisini um samanbygging av tveimum skúlum, sum frammanundan vóru sjálvstøðugir, við trimum bygningum.
Fyrrverandi Ósáskúlin, sum var liðugur í 2011, verður bundin saman við fyrrverandi skúlan á Ziskatrøð. Arbeiðið upp á nýggja skúlan hevur tikið út við fýra ár, og undirvísingin hevur verið í trimum ymsum bygningum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV